Leygardagin varð tann seinasta av fimm FM-kappríðingum á breytini hjá Vága Ríðingarfelag og sostatt er enn eitt kappingár komið at enda.
Ríðisambandið sigur, at Ása Bárðardóttir og ryssan Silfá, høvdu longu tryggjað sær FM-heitið í tvíspori fyri vaksin við 29 stigum.
Tó gjørdist tær júst ov stuttar at vinna leygardagin, tá ið Thor, við Hannu S. Petersen, hevði múlan framman fyri Silfá.
Tíðirnar vóru ávikavist 18,74 og 18,82. Spenningur var um 2. og 3. plássi, sum endaði við at Sproti og Helena D. Nielsen vunnu FM-silvur við 17 stigum, og Bragi og Barbara R. Mouritsenm vunnu FM-bronsu við 16 stigum.
Í tvíspori fyri ung gjørdist Kiljan við Simonu Tornby á baki greiður FM-vinnari við heili 30 stigum.
Leygardagin vóru tað tó Stormur og Eyðbjørg Ólavsdóttir sum vunnu á Báruni við Eyðdis H. Djuhuus á baki.
Men sigurin var tepur tí tíðirnar vóru 20,01 og 20,02, og Kiljan og Simona endaðu á triðja plássi við tíðini 20,22.
FM-silvur fór til Tittuna og Brynju Lützen og Stormur og Eyðbjørg vunnu bronsu.
Travið vann Gígur við Simonu Tornby á baki og tær vunnu bæði leygardagin og FM-heitið, men Grettir og Hallur Hansen vunnu silvur, og Dropi, og Lív Djurhuus, vunnu bronsu.
Bestu tíðina í skeið-kappingini leygardagin, hevði Kvika við Bárði Johannesen á baki við bara 9,32 sekundum.
Næstir vóru Brúni og Jóannes Debes við 9,60 sekundum, og Rambó, og Mogen Wraae Olsen, gjørdust nummar 3 við tíðini 10,69 sekund.
Føroyameistaraheitini fullu soleiðis:
Gull: Brúni og Jóannes
Silvur: Kvika og Bárður
Bronsa: Rambó og Mogens.
Brynjar Regini Johannesen á baki, vunnu bæði tøltið leygardagin og føroyameistaraheitið við 33 stigum, og beiggi Regin, Bárður Johannesen, gjørdist nummar tvey á hestinum Stráki, bæði leygardagin og í FM-kappingini við 20 stigum.
Mogens Wraae Olsen og Hagnaður gjørdust nummar trý leygardagin, og Tangó og Silja G. Eystberg vunnu bronsu við 13 stigum.
Tvíspor vaksin, annan flokk, vann Fimur við Lisu Niclasen á baki, tíðin var 19,47. Spirit og Drós Andriasardóttir gjørdust nummar tvey við 19,51 sekundum og á triðja plássi vóru Doran við Hjørdis Patursson á baki, tíðin var 20,36.