Ongi úrslit

Fleiri skulu fáa møguleika á arbeiðsmarknaðinum

Greið kunning og smidligar skipanir kunnu gera tað lættari hjá fyritøkum at skapa arbeiðspláss, har rúm er fyri ymiskleika

industry.fo
8 tímar síðan

Ein rúmligur arbeiðsmarknaður gagnar bæði fólki, fyritøkum og samfelagnum. Arbeiði gevur tí einstaka møguleika at brúka sínar førleikar, gerast partur av einum arbeiðsfelagsskapi og fáa størri sjálvbjargni. Samstundis fáa arbeiðsplássini gagn av førleikum, sum annars kanska ikki verða gagnnýttir.

Fyri at hjálpa fyritøkum at skapa fleiri slík arbeiðspláss hevur Vinnuhúsið savnað kunning um stuðulsskipanir á einum stað. Her ber millum annað til at lesa um lønartreytir, arbeiðstíð, frítíð, kontaktpersónar og uppfylging.

Endamálið er, at arbeiðsgevarar skjótt og lætt kunnu finna ta skipan og vegleiðing, sum hóskar til teirra tørv. Les meira um stuðulsskipanirnar her.

Góðar royndir og ítøkilig ráð
Rúmligi arbeiðsmarknaðurin var eisini evnið á einum væl vitjaðum tiltaki í Vinnuhúsinum í farnu viku. Umboð fyri Almannaverkið, Dugna og ALS greiddu frá teimum ymisku skipanunum og møguleikunum fyri hjálp og vegleiðing.

 Ein borgari deildi sínar royndir av arbeiðsmarknaðinum, og Hotel Djurhuus greiddi frá, hvussu fyritøkan hevur eydnast við at skapa eitt arbeiðsumhvørvi við plássi fyri ymiskleika. Umleið ein triðingur av starvsfólkunum er í starvi gjøgnum eina stuðulsskipan. Góð samskipan, tætt samstarv og vilji hjá øllum pørtum eru avgerandi fyri, at tað eydnast.

Tiltakið vísti, at bæði áhugi og vilji eru til staðar. Við greiðari kunning, góðari vegleiðing og smidligum skipanum kunnu enn fleiri fyritøkur vera við til at skapa ein arbeiðsmarknað, har øll fáa møguleika at taka lut.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Áheitan um innsavning til Nóa

6 tímar síðan

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32