Ongi úrslit

Flogbóltsmenninir settu Írland upp á pláss

Settúrslitini vóru: 25-20, 25-16 og 25-17

Flogbóltssamband Føroya
7 tímar síðan

Manslandsliðið vann í dag 3-0 á Írlandi. Sett úrslitini vóru: 25-20, 25-16 og 25-17 sum má sigast at vera ein stórur sigur.

Vit eru væl á veg at samla stig á ratinglistanum.

Vit liggja nummar 94 í heiminum hjá monnum við 26 stigum.

Í gjár vunnu vit okkum 4,66 stig við at vinna á Norðurírlandi, sum liggur nummar 74 á listanum.

Og nú vunnu vit okkum 5,09 stig afturat við at vinna móti Írlandi, sum nú er enda nummar 99 í heiminum.

Í kvøld kl. 19.00 møta vit Skotlandi sum í løtuni liggur nummar 56 á heimslistanum. Skotland endaði sum nr. 2 í hinum bólkinum aftaná tap móti San Marinu. Hettar her ein stórur møguleiki hjá Føroyum at koma hægri upp á hesum nýggja Rating Listanum hjá FIVB.

Dysturin kann streamast á youtube, men leinki er ikki komi út enn.

 

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Løtumyndir - Color Run í Vági

2. juni kl. 18:40

Løtumyndir - Mentanarnáttin á Tvøroyri

31. mai kl. 17:02

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

Í gjár kl. 11:00

Nú er nýggja stjórnin í Danmark skipað

1. juni kl. 21:06

Sær gott út, men ilt at meta um hvussu summarið endar

31. mai kl. 18:00