Ongi úrslit

Flogferðir dýrkaðar aftur: Prísirnir í ES hækkaðu 3,1 prosent í juni

Prísirnir á flogferðum í ES hækkaðu aftur í juni, men gongdin var sera ymisk í einstøku londunum.

© Ross Parmly / Unsplash
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Prísirnir á flogferðum í ES vóru í juni 3,1 prosent hægri enn sama mánað í fjør. Altjóða flogferðir dýrkaðu 4,5 prosent, meðan innanlandsferðir dýrkaðu 2,0 prosent.

Flogprísirnir hava sveiggjað nógv síðan januar 2025. Størsti vøksturin varð skrásettur í apríl 2025, tá prísirnir hækkaðu 13,7 prosent samanborið við árið fyri.

Í apríl 2026 lækkaðu prísirnir hinvegin 4,7 prosent. Longu í mai vendu teir aftur og hækkaðu 8,1 prosent.

Belgia og Slovakia í hvør sínum enda

Munurin millum ES-londini var stórur. Í Belgia vóru flogprísirnir í juni 28,7 prosent hægri enn árið fyri.

Í Slovakia vóru teir 45,1 prosent lægri. Eisini í Ungarn og Póllandi lækkaðu prísirnir nógv.

Í Eysturríki hækkaðu prísirnir 22,3 prosent og í Grikkalandi 15,1 prosent. Sambært Eurostat stava stóru sveiggini millum annað frá ferðahugi, árstíðarbroytingum og stórpolitiskum hendingum.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

14 tímar síðan

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00