Ongi úrslit

FM fyri handverkslærlingar: Klaksvík verður miðdepilin í februar

Tekniski Skúli í Klaksvík verður karmur um Skills Føroyar 25. og 26. februar 2027, tá handverkslærlingar kappast um føroyameistaraheiti.

© Føroya Handverksmeistarafelag.
Skills Føroyar, sum er FM fyri handverkslærlingar, verður í Klaksvík í 2027.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Skills Føroyar, sum er FM fyri handverkslærlingar, verður í Klaksvík í 2027. Í tveir dagar skal Tekniski Skúli í Klaksvík hýsa kappingini, sum varpar ljós á yrkisútbúgvingar og evnini hjá føroyskum lærlingum.

Í fyrstu atløgu fara lærlingar í húsasmíði, el-fakinum, maskinfakinum og kokkayrkinum at kappast. Endamálið er at geva lærlingum ein pall, har tey kunnu vísa síni evni. Samstundis skal tiltakið geva øðrum ungum innlit í handverksligar útbúgvingar.

Vilja út á altjóða pall

Fyrireikararnir vænta, at næmingar, fyritøkur og onnur áhugað úr øllum landinum fara til Klaksvíkar.

Tiltakið er eisini partur av arbeiðinum at fáa Føroyar upp í WorldSkills-samtakið. Eydnast tað, kunnu føroyskir lærlingar í framtíðini umboða Føroyar í altjóða kappingum við ungum handverkarum úr øllum heiminum.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

21 tímar síðan

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32