Ongi úrslit

FO Tatt Fest 2026 verður um eina viku

Tíðindaskriv
8. mai kl. 18:50

Um einans eina viku verða dyrnar aftur latnar upp til FO Tatt Fest, ið verður hildin í Dansifrøi dagarnar 15.–17. mai 2026. Talan er um Føroya einastu altjóða tatoveringsfestival, og fyrireikararnir gleða seg at bjóða almenninginum til eitt vikuskifti við list, tónleiki og serligum upplivingum.

Festivalurin savnar eina breiða røð av tatovørum úr øllum heiminum, sum arbeiða í ymiskum stílum; frá klassiskum til meira nútímans og eksperimenterandi úttrykkum. Gestir fáa sostatt ein serstakan møguleika at uppliva tatoveringalist á hægsta støði og fáa sær eitt varandi listaverk á kroppin.

FO Tatt Fest er tó nógv meira enn tatoveringar. Tað er ein heildaruppliving og ein veruligur festivalur, har eisini tónleikur og undirhald hava stóran leiklut. Eitt nú live framførslur, kappingar og ikki minst fyribrigdið Kinky Bingo!

Í samstarvi við OY verða skipað fyri stór tiltøk bæði fríggjakvøld og leygarkvøld. Fríggjakvøldið verður stand-up við Tóka Sørinarson, eftirfylgt av konsert við bretska bólkinum Dead Harts. Leygarkvøldið verður stand-up við Jason Rouse og konsert við maður:glotti, sum júst hevur givið út nýtt tilfar.

Eitt av hæddarpunktunum á festivalinum er eisini siðbundna listauppboðsølan. Í ár hevur listakvinnan Maibritt Marjunardóttir latið eitt verk til uppboðsøluna, og allur peningurin fer óskerdur til Sinnisbata og teirra arbeiði fyri betri korum hjá fólki við sálarligum avbjóðingum og avvarðandi teirra. Verkið kann síggjast og bjóðast upp á fram til sunnudagin 17. mai kl. 15, tá uppboðsølan endar.

Meira kunning um skrá, atgongumerki og luttakandi tatovørar fæst á heimasíðuni tattfest.fo og á sosialu miðlunum @fotattfest.


Mest lisið hesa vikuna

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

13 tímar síðan

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17