Ongi úrslit

Fólk streyma á G

Jonhard Hammer
3 tímar síðan

Ein kann ikki siga annað, enn at veðurgudarnir - enn einaferð - eru við G-festivalinum.

Tað er stilli og lýtt og nú klokkan gongur til 11 í kvøld, ganga fólk og hugna sær í summarlýkkuni og meiri og minni berklødd, og tað er sjáldan at tað er so nógv fólk á G eitt hóskvøld, sum hesa ferð.

Tað eru konsertir á øllum pallum og fólk eru í sauna og pottum, so Syðrugøta minnir mest um eina suðurlendska baðistrond.

Seinasta ár vóru øll atgongumerkini seld, og fyrireikararnir siga, at tá ið hugsað verður um, hvussu veðurvánirnar eru, og hvussu nógv fólk er longu í kvøld, ivast teir heldur ikki í, at G verður eisini útselt hesa ferð.

Mest lisið hesa vikuna

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

11. juli kl. 08:08

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

13. juli kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

10. juli kl. 15:30

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

10. juli kl. 10:00

Hava vit sum ikki eru kristin loyvi at vera her um nøkur ár?

12. juli kl. 07:56