Ongi úrslit

Fólkaflokkurin dregur frá - Javnaðarflokkurin dragnar

Áki Bertholdsen
26. mars kl. 22:39

Nú eru bara trý tey størstu valstøðini eftir at telja, nevniliga Klaksvík, Hoyvík og Havnin.

Valserfrøðingarnir hjá KvF hava nú gjørt eina nýggja forsøgn, sum byggir á 55 prosent av atkvøðunum. Og tað vísir, at Fólkaflokkurin dregur frá hinum og fær nú yvir 27 prosent av atkvøðunum og tað fer at líkjast veljarakanningunum sum eru gjørdar.

Tað fer at geva Fólkaflokkinum 9 tinglimir. Tað er eitt framgongd upp á yvir 8 prosent. Hinvegin dragnar Javnaðarflokkurin og stendur nú til at fáa sløk 20 prosent av atkvøðunum.

Í millum teir báðar liggur Sambandsflokkinum við 21 prosentum av atkvøðunum. Tjóðveldi heldur stand og fær 17,5 prosent av atkvøðunum.

Hjá Sjálvstýrisflokkinum ríður um snarið, men Framsókn og Miðflokkurin fáa 6, 2 og Miðflokkurin fær 5,2 prosent.

    

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

19 tímar síðan