Seinastu vikurnar hevur verið ført fram í fleiri greinum í Skúlablaðnum, at lærarar hava trupult við at fáa føst størv, og at fólkaskúlin fyrst og fremst er til fyri lærarar. Millum linjurnar kann lesast, at pedagogar eiga at fylla minni – ella als ongan leiklut hava í fólkaskúlanum.
Eg skilji væl sjónarmiðið hjá Jacob Eli S. Olsen, formanni í Føroya Lærarafelagi, um at lærarar skulu hava betri møguleikar at fáa føst størv í fólkaskúlanum. Eingin eigur at liva í óvissu um starv sítt ár eftir ár. Tað er óvirðiligt mótvegis einum fakbólki.
Men samstundis er ein annar fakbólkur í fólkaskúlanum, sum Lærarafelagið nærum ikki nevnir. Pedagogar verða vanliga bara umrøddir í sambandi við praktiskar og persónligar stuðulsuppgávur hjá næmingum, sum lærarar ikki eru útbúnir til.
Skulu lærarar hava betri treytir at fáa føst størv, mugu arbeiðstreytirnar hjá pedagogum eisini takast við í umrøðuna. Vit kunnu ikki longur góðtaka, at pedagogar verða brúktir sum bílig arbeiðsmegi og taka á seg uppgávur, sum teir hvørki fáa rættvísa løn ella greiðar arbeiðskarmar fyri.
Pedagogar hava verið partur av fólkaskúlanum í meira enn 20 ár. Í byrjanini vóru teir serliga settir at arbeiða við børnum við serligum tørvi, breki og øðrum sernámsfrøðiligum avbjóðingum.
Men nógv er broytt hesi seinastu 20 árini. Samfelagið hevur ment seg; barnalívið er broytt, og krøvini til bæði næmingar og starvsfólk í fólkaskúlanum eru vorðin nógv størri. Fólkaskúlin er ein annar enn hann var.
Leitar tú eftir gransking og fakligum tilfari, er niðurstøðan greið: fólkaskúlin eigur at vera fyri øll. Samstundis vísa bæði kanningar og royndir, at alsamt fleiri næmingar hava trupulleikar við at trívast og luttaka í vanliga skúladegnum. Pisa-kanningarnar hava eisini víst, at føroyski fólkaskúlin framvegis hevur avbjóðingar, sum vit enn ikki hava megnað at loysa.
Ein avbjóðing er tann fakliga. Ein onnur er trivnaður og sálarheilsa.
Trivnaðurin hjá føroyskum fólkaskúlanæmingum er, eins og í londunum rundan um okkum, broyttur ella versnaður. Fleiri børn fáa diagnosur, so sum ADHD og autismu, og skúlaaftran er vorðin ein vaksandi avbjóðing. Tískil hevur sjóneykan seinastu árini í størri mun verið sett á, hvussu vit kunnu arbeiða fram ímóti betri trivnaði hjá føroyskum fólkaskúlanæmingum.
Inklusjón hevur verið ein skúlapolitisk visjón í Føroyum síðani umleið 2011–2012. Kortini er enn eingin serstøk lóggáva um inklusjón samtykt. Arbeitt hevur verið innan karmarnar í fólkaskúlalógini og galdandi kunngerðum. Hetta staðfestir Frida Poulsen, Ph.d í námsvísindum, í síni gransking Inklusjón í føroyska fólkaskúlanum – frá politiskari visjón til virkni í einum spenni millum almenna námsfrøði og sernámsfrøði, frá 2022.
Tá uppskot til broyting í fólkaskúlalógini varð sent til hoyringar í januar 2025, varð mælt til, at allir næmingar skuldu hava rætt til eitt trygt skúlaumhvørvi, sum fremur inklusjón, trivnað, læring og heilsu.
https://pedagogfelag.fo/news/627/folkaskulin-er-til-fyri-naemingin?