Ongi úrslit

Fólkatalið veksur aftur: Nettoflytingin nærum tíggjufaldað

Fólkavøksturin í Føroyum er tann størsti í seks ár. Nýggj tøl vísa, at tilflytingin er høvuðsorsøkin til, at fólkatalið aftur veksur.

© Hagstova Føroya.
Fleiri fólk í Føroyum. Fólkatalið er komið upp á 55.616, og nettoflytingin er nærum tíggjufaldað eftir einum ári.
Edmund Jacobsen
41 minuttir síðan

Fólkatalið í Føroyum er aftur farið at vaksa av álvara. Sambært nýggjastu tølunum frá Hagstovu Føroya búðu 55.616 fólk í Føroyum 1. oktober 2026. Tað eru 881 fleiri enn fyri einum ári, svarandi til ein vøkstur upp á 1,6 prosent.

Ikki í seks ár hevur árligi fólkavøksturin verið so stórur.

Nettoflytingin nærum tíggjufaldað

Tað er serliga tilflytingin, sum hevur fingið ferð á fólkavøksturin.

Seinastu tólv mánaðirnar fluttu 1.880 fólk til Føroya, meðan 1.181 fluttu av landinum. Nettoflytingin var sostatt 699 fólk, samanborið við 73 árið fyri.

Nettoflytingin er harvið nærum tíggjufaldað eftir einum ári. Bæði fleiri tilflytarar og færri fráflytarar hava ávirkað gongdina.

Samstundis vórðu 645 børn fødd, meðan 463 fólk doyðu. Burðaravlopið var sostatt 182 fólk.

Hagstovan vísir eisini á, at fleiri av teimum, sum eru flutt til Føroya seinastu mánaðirnar, ikki hava havt bústaðartilknýti frammanundan.

Stórur vøkstur í miðstaðarøkinum – afturgongd í Suðuroy

Fólkavøksturin er tó ójavnt býttur kring landið.

Tórshavnar kommuna vaks mest við 364 fólkum, meðan Runavíkar kommuna vaks við 155 og Sjóvar kommuna við 97 fólkum.

Í Sjóvar kommunu vaks fólkatalið við 7,7 prosentum eftir einum ári.

Í Suðuroy gongur hinvegin øvugtan veg. Tvøroyrar kommuna misti 35 íbúgvar og Vágs kommuna 27. Í báðum kommununum minkaði fólkatalið við tveimum prosentum.

Seinastu fimm árini er fólkatalið minkað við knøppum fimm prosentum í hvørjari av hesum kommununum.

Mest lisið hesa vikuna

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

8 tímar síðan

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

10. november kl. 09:01

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

10. november kl. 17:23

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

9. november kl. 20:35