Ongi úrslit

Førarin á lastbili missir koyrikortið

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Í gjár varð førarin á einum lastbili skuldsettur fyri ikki at tryggja lastina nóg væl.

Hann koyrdi ígjøgnum Kollafjørð við timburi í lastini, men hann hevði ikki surrað nóg væl tí ein planki datt úr lastini og gjørdi skaða á ein annan bil, bilurin fekk nakað av skaða, men fólkaskaði var eingin.

Førarin á bilinum sum fekk skaða, ringdi til løgregluna. Tey fóru at leita og funnu fram til lastbilin og so varð førarin skuldsettur.

Løgreglan sigur, at slík brot eru so álvarslig brot á lógina, at tað plagdi kosta bilføraranum koyrikortið.  

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

15 tímar síðan

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Video: Ógvusligur eldur á Skála Skipasmiðju

18. november kl. 19:12

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Eldur á Skála: Øll tilbúgvingin send á skipasmiðjuna

18. november kl. 18:10