Ongi úrslit

Formula fær týðandi uppgávu: Skal verja KT-skipanirnar hjá Sjúkrahúsverkinum

Sjúkrahúsverkið hevur gjørt avtalu við Formula um at styrkja verjuna móti KT-álopum. Nýggjar trygdarloysnir skulu hava eftirlit við KT-skipanunum alt samdøgrið.

Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Sjúkrahúsverkið tekur nú nýggj stig fyri at verja sínar KT-skipanir móti vaksandi talgildum hóttanum. Nýggja avtalan við Formula skal tryggja, at møgulig álop verða uppdagað tíðliga, áðrenn tey fáa álvarsligar avleiðingar.

Formula skal veita framkomnar trygdarloysnir, sum hava eftirlit við KT-skipanunum alt samdøgrið, allar dagar í árinum.

Skipanirnar skulu savna og greina upplýsingar úr KT-skipanum og netverkum, so illgrunasamt virksemi verður uppdagað skjótt.

Endamálið er at fyribyrgja álopum og gera Sjúkrahúsverkið betur ført fyri at handfara trygdarhendingar.

Avtalan fevnir millum annað um trygdartænasturnar MDR, NDR og Next Generation-SIEM.

Sambært Formula snýr samstarvið seg ikki bara um at verja KT-skipanirnar, men eisini um at tryggja, at Sjúkrahúsverkið kann halda fram við sínum arbeiði, hóast talgildu hóttanirnar gerast alsamt meira framkomnar.

Formula fegnast um álitið og sær fram til samstarvið.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

24. oktober kl. 13:30