Ongi úrslit

Føroya Banki: Forstjórin vitjar deildir í Føroyum og Grønlandi

Turið Finnbogadóttir Arge hevur vitjað deildir í Føroyum og Grønlandi fyri at hoyra starvsfólk og kundar, áðrenn bankin leggur framtíðarætlanir.

© Privat mynd.
Turið Finnbogadóttir Arge, forstjóri í Føroya Banka.
Edmund Jacobsen
12. juli kl. 06:47

Seinastu mánaðirnar hevur Turið Finnbogadóttir Arge, forstjóri í Føroya Banka, vitjað fleiri deildir og arbeiðsøki í Føroyum og Grønlandi.

– Endamálið hevur verið einfalt: at lurta, skrivar hon á LinkedIn.

Hon hevur viljað hoyrt, hvat hevur týdning fyri starvsfólkini, hvat kundarnir eftirlýsa, hvat virkar væl, og hvat bankin kann gera betur.

– Hetta eru nakrir av teimum mest virðismiklu tímunum, eg brúki sum forstjóri, skrivar Turið Finnbogadóttir Arge.

Framtíð bankans umrødd í Klaksvík

Vitanin frá vitjanunum var ein týðandi partur av fyrireikingunum til strategisku umrøðurnar á einum nevndarseminari, sum júst hevur verið.

Seminarið varð hildið á nýopnaða KG Hotel í Klaksvík. Har umrøddu nevndin og fleiri starvsfelagar hennara framtíðina hjá bankanum.

Enn eru nakrar deildarvitjanir eftir. Tær verða gjørdar eftir summarfrítíðina.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

Í gjár kl. 13:00

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11