Føroya Banki hækkar renturnar hjá bæði privat- og vinnukundum. Broytingarnar koma í gildi 23. oktober og fevna bæði um innlán og útlán. Renturnar hækka við upp í 0,25 prosentstig.
Tjóðbankin hækkaði fyrst
Hækkingin kemur eftir, at danski Tjóðbankin 11. september hækkaði sínar rentur við 0,25 prosentstigum. Eftir hækkingina er foliorentan 2,10 prosent, meðan útlánsrentan er 2,25 prosent.
Tjóðbankin fylgdi ECB, sum hevði hækkað sína leiðandi rentu við 0,25 prosentstigum. Endamálið var at varðveita óbroytta munin millum donsku og evropeisku peningapolitisku renturnar.
Marknaðargongdin spælir eisini inn
Føroya Banki sigur, at rentubroytingarnar verða gjørdar av handilsligum ávum og vegna broyttu renturnar hjá Tjóðbankanum og yvirskipaðu gongdina á marknaðinum.