Ongi úrslit

Føroya Bjór fingið nýggja burðardygga tøkni

Hetta skal gera tað møguligt, at endurvinna CO2 frá bjór framleiðsluni og endurnýta tað sum brús til sodavatn

Kristian Waag Dam
28. sepember 2022 kl. 11:15

Í gjár var seinasta hond løgd á nýggju tøknina hjá Føroya Bjór, sum Dalum Beverage Equipment hevur útvega. Talan er um eitt anlegg til uppsamling av CO2 frá bjórframleiðsluni á Føroya Bjór.

Sum skilst skal nýggja tøknin gera tað møguligt, at endurvinna CO2 frá bjór framleiðsluni og endurnýta tað sum brús til sodavatn.

Sambært tíðindaskrivi frá Føroya Bjór, skal nýggja tøknin vera við til at nærum onki CO2 frá bjór hjá familju fyritøkuni í Klaksvík framyvir fer út í atmosferuna.

- Føroya Bjór hevur síðani 1888 strembað eftir at arbeiða burðardygt.

Endurnýtsla, umframt at ansa eftir spill framleiðslu, er ein partur av grønu menningarætlanini hjá Føroya Bjór.

So hendan nýggja íløgan er sanniliga eitt stórt stig á grønu kósini, skrivar Føroya Bjór í tíðindaskrivi.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30