Tað verður bæði kappast um heiðursmerkir og føroyameistaraheiti, tá Treysti skipar fyri Norðoya Sparikassa hálvmaraton í Klaksvík leygardagin 1. mai 2027.
Kappingin, sum verður nevnd Føroya skjótasta hálvmaraton, byrjar klokkan 11 uttanfyri Norðoya Sparikassa. Rennararnir skulu renna fýra umfør á knappar 5,3 kilometrar gjøgnum býin.
Rutan er góðkend av danska frælsítróttasambandinum DAF.
Tilmeldingin verður dýrari
Tað loysir seg at melda til í góðari tíð, tí tilmeldingargjaldið hækkar, jú nærri kappingardegnum komið verður.
Tey, sum melda til áðrenn 1. januar 2027, gjalda 200 krónur. Áðrenn 1. apríl kostar luttøkan 300 krónur, og eftir 1. apríl hækkar gjaldið upp í 400 krónur.
Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 30. apríl klokkan 22. Tilmelding fer fram á fif.fo, og ikki ber til at melda til á staðnum.
Luttakararnir skulu vera føddir í 2010 ella fyrr. Fyri at kappast um FM-heitið er harumframt neyðugt at vera limur í einum felagi undir Frælsum Ítrótti Føroya.
Heiðursmerkir til allar luttakarar
Kappast verður í fleiri aldursbólkum hjá bæði kvinnum og monnum, frá opnum bólki til veteranar, superveteranar og ultraveteranar.
Øll, sum gjøgnumføra hálvmaraton, fáa eitt serligt heiðursmerki. Trý tey fremstu í hvørjum bólki fáa eisini heiðursmerkir.
Kappingin er harumframt partur av serligu avbjóðingini MBM 6 hálvmarathon í 2027.
Startnummur skulu heintast uttanfyri Norðoya Sparikassa millum klokkan 10 og 10.45.