Ongi úrslit

Føroyar á ST-palli: Luttaka á brekrættindaráðstevnu fyri fyrstu ferð

Føroyar luttaka fyri fyrstu ferð á størstu altjóða ráðstevnuni um brekrættindi, tá ein føroysk sendinevnd fer til New York í næstu viku.

Landsstýriskvinnan í almanna- og bústaðamálum, Margit Stórá, fer saman við einari føroyskari sendinevnd á ráðstevnuna. Í sendinevndini eru eisini umboð fyri MEGD og Brekumboðið.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Føroyar verða fyri fyrstu ferð umboðaðar á ST-ráðstevnuni Conference of States Parties to the Convention on the Rights of Persons with Disabilities (COSP), sum verður hildin í New York 9.–11. juni.

Landsstýriskvinnan í almanna- og bústaðamálum, Margit Stórá, fer saman við einari føroyskari sendinevnd á ráðstevnuna. Í sendinevndini eru eisini umboð fyri MEGD og Brekumboðið.

Føroyar fáa rødd í altjóða orðaskiftinum

Sambært Almanna- og bústaðamálaráðnum gevur luttøkan Føroyum møguleika at taka lut við politiskum, fakligum og borgarasjónarmiðum í altjóða orðaskiftinum um brekrættindi.

Margit Stórá skal halda røðu í høvuðssalinum hjá ST og luttaka í fleiri fundum og orðaskiftum um brekrættindi, luttøku og inklusjón.

Norðurlendskt tiltak undir føroyskari leiðslu

Landsstýriskvinnan verður eisini vertur fyri einum norðurlendskum tiltaki um virknan borgaraskap hjá ungum, ið bera brek. Dentur verður lagdur á, hvussu ung kunnu fáa størri ávirkan og sterkari rødd í samfelagnum.

Árliga COSP-ráðstevnan savnar lond, felagsskapir og stovnar, sum arbeiða við at fremja rættindini hjá fólki, ið bera brek. Evnið í ár er at byggja víðari á framstig, sum eru nádd, og styrkja arbeiðið fyri brekrættindum í einum heimi í broyting.

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Løtumyndir - Color Run í Vági

2. juni kl. 18:40

Løtumyndir - Mentanarnáttin á Tvøroyri

31. mai kl. 17:02

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

Í gjár kl. 11:00

Nú er nýggja stjórnin í Danmark skipað

1. juni kl. 21:06

Sær gott út, men ilt at meta um hvussu summarið endar

31. mai kl. 18:00