Ongi úrslit

Føroyar fáa størri botnfiskakvotur í Grønlandi í 2027

Grønlendsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2027 verða 22.400 tons av svartkjafti og 3.300 tons av norðhavssild

Á myndini eru Katrine Kærgaard, samráðingarleiðari fyri Grønland, og Janet Skarðsá, samráðingarleiðari fyri Føroyar.
Uttanríkis- og fiskimálaráðið
1 tími síðan

Føroyar og Grønland hava í dag gjørt sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2027. Samráðingarnar vórðu hildnar í Tórshavn 23. og 24. november.

 

Jaliga gongdin í prísunum á uppsjóvarfiski, umframt øking í heildarkvotuni av svartkjafti gjørdi, at tað var gjørligt at økja um kvoturnar til føroysk skip í grønlendskum sjógvi.

Toskakvotan hækkar við 225 tonsum og svartkalvakvotan í Eysturgrønlandi hækkar við 75 tonsum. Aðrar kvotur til føroysk skip eru óbroyttar í mun til 2026.

 

Úrslitið av samráðingunum er sostatt, at føroysk skip í 2027 kunnu fiska tilsamans 2.575 tons av toski í grønlendskum sjógvi við 25 tonsum av kalva sum hjáveiðu, meðan brosmukvotan verður 175 tons. Føroysku kvoturnar av svartkalva í grønlendskum sjógvi verða 350 tons í Eysturgrønlandi og 100 tons í Vesturgrønlandi.

 

Grønlendsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2027 verða 22.400 tons av svartkjafti og 3.300 tons av norðhavssild. Sostatt hækkar kvotan av svartkjafti við 2.000 tonsum í mun til 2026, meðan kvotan av norðhavssild lækkar við 1.600 tonsum. Grønland fær eisini atgongd til føroyskan sjógv at fiska grønlendsku svartkjaftakvotuna í altjóða sjógvi í NEAFC-økinum, sum í 2027 er 5.747 tons.

 

“Fiskiveiðiavtalan við Grønland hevur stóran týdning fyri føroysk skip, og eg gleðist um, at tað eydnaðist at økja um veiðimøguleikarnar hjá føroyskum skipum í grønlendskum sjógvi í 2027”, sigur Bárður av Steig Nielsen, landsstýrismaður.


Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Video: Ógvusligur eldur á Skála Skipasmiðju

18. november kl. 19:12

Eldur á Skála: Øll tilbúgvingin send á skipasmiðjuna

18. november kl. 18:10

Høvdu úr at gera við at skifta perur í Suðuroy

20. november kl. 07:45

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

Í gjár kl. 08:14