Ongi úrslit

Føroyar fremst í Evropa: Nú skal kannast, um vit framvegis eru virknast á arbeiðsmarknaðinum

Heili 84 prosent av føroyingum millum 15 og 74 ár vóru á arbeiðsmarknaðinum í fjør. Nú skal nýggj kanning vísa, um Føroyar varðveita oddasessin í Evropa.

© Hagstova Føroya.
Føroyingar eru virknastir á arbeiðsmarknaðinum í Evropa. Í fjør vóru 84 prosent av teimum 15 til 74 ára gomlu í arbeiðsmegini. Nú skal ein nýggj kanning vísa, um Føroyar framvegis liggja á odda.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Hagstova Føroya kannar í døgunum 15. til 20. november føroysku arbeiðsmegina. Í alt verða 1.300 fólk tilvildarliga vald at svara spurningum um sína støðu á arbeiðsmarknaðinum.

Endamálið er at fáa nýggj tøl fyri, hvussu stórur partur av fólkinum er á arbeiðsmarknaðinum, og um Føroyar framvegis hava hægsta vinnutíttleikan í Evropa.

32.757 fólk í arbeiðsmegini

Í november í fjør taldi føroyska arbeiðsmegin 32.757 fólk. Tað svaraði til 84 prosent av øllum í aldrinum 15 til 74 ár.

Hetta var hægsti vinnutíttleiki í Evropa.

Samanberingar við Ísland, Danmark og ES vísa, at føroyingar eru virknari á arbeiðsmarknaðinum í nærum øllum aldursbólkum.

Serliga er tað lutfalsliga stóra talið av kvinnum á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum ger munin.

1.300 fólk verða spurd

Hagstovan brúkar almennar skráir til at staðfesta, um fólk eru í arbeiði ella arbeiðsleys. Av teimum, sum eftir eru, verða 1.300 fólk tilvildarliga vald at luttaka í kanningini.

Tey, sum hava Mínboks, kunnu svara á netinum. Hagstovan ringir til teirra, sum ikki hava Mínboks, og til tey, sum ikki hava svarað.

Hagstovan ringir av telefonnummarinum 352828.

Arbeiðsmegikanningin verður gjørd á hvørjum ári eftir altjóða reglum. Tí kunnu føroysku tølini samanberast við tøl úr øðrum londum.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

19 tímar síðan

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

14 tímar síðan

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Par kom til ilnar á alfaravegi

Í gjár kl. 09:08

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

10 tímar síðan

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

10. november kl. 17:23