Ongi úrslit

Føroyar hava hægsta burðartalið í Norðurlondum

Føroyar høvdu hægsta burðartalið í Norðurlondum í 2024 sambært nýggju frágreiðingini State of the Nordic Region 2026.

© Mads Schmidt Rasmussen / norden.org
Edmund Jacobsen
10. mai kl. 12:39

Burðartalið í Føroyum var 1,91 barn fyri hvørja kvinnu, meðan hini norðurlondini lógu væl undir hesum.

Frágreiðingin vísir samstundis, at fólkatalið í Norðurlondum eldist skjótari enn nakrantíð áður. Í 2045 verður mett, at nærum allar kommunur í Norðurlondum fara at hava eina eldri fólkasamanseting. Hetta kann leggja størri trýst á vælferðarskipanir og almennar tænastur.

Burðartalið fellur í Norðurlondum

Sambært frágreiðingini liggja øll norðurlondini undir endurnýggingarstøðinum á 2,1 børnum fyri hvørja kvinnu. Hetta er støðið, sum krevst fyri at halda fólkatalinum støðugum uttan tilflyting.

Finnland hevði lægsta burðartalið við 1,25, meðan Danmark, Noreg og Svøríki lógu um 1,4. Ísland og Grønland lógu eitt sindur hægri enn tey størri norðurlondini.

– Vit hava ongantíð verið so gomul í Norðurlondum, sum vit eru nú, og gongdin heldur fram, sigur Thomas Niedomysl, granskingarleiðari hjá Nordregio.

Frágreiðing um demografi og búskap

State of the Nordic Region 2026 gevur eitt yvirlit yvir gongdina innan fólkasamanseting, arbeiðsmarknað og búskap í Norðurlondum. Frágreiðingin er gjørd av granskingarstovninum Nordregio fyri Norðurlendska Ráðharraráðið.

Frágreiðingin vísir eisini á, at barnloysi veksur, serliga millum menn, og at granskarar framvegis ikki hava eitt greitt svar upp á, hví burðartalið hevur verið fallandi síðani 2010.

Mest lisið hesa vikuna

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

16 tímar síðan

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17