Eftir ógvusligu vatnflóðina í Nepal 26. august, lata Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri í felag 500.000 krónur í neyðhjálp til fólk, sum eru rakt av vanlukkuni.
Vatnflóðin rakti serliga øki fram við áunum, Bhote Koshi og Trishuli, í norðara parti Í Nepal og mitt í landinum, og oyðilegði hús, vegir, brýr, el- og vatnveiting, skúlar, heilsutænastur og annað týðandi undirstøðukervi.
Stuðulin fer til bráðfeingis neyðhjálp til fólk, sum eru rakt av flóðini. Eitt nú skal peningurin brúkar til leiting og bjarging, fyrstuhjálp, fyribils skjól, neyðsynjarvørur, mat, reint vatn, reinføri, heilsuhjálp, sálarligan stuðul og peningastuðul til rakt húski.
Sambært nýggjastu almennu fráboðanunum úr Nepal eru yvir 1000 fólk deyð, og umleið 4.200 fólk eru framvegis saknað. Tølini kunnu framvegis broytast, so hvørt bjargingarlið fáa betri atgongd til tey raktu økini og fáa skrásett støðuna nærri.
Stuðulin verður latin gjøgnum Reyða Kross-rørsluna og fer til neyðhjálpararbeiðið hjá Nepalska Reyða Krossi, sum veitir hjálp á staðnum, har tørvurin er størstur.