Sambært hagtølunum, sum eru løgd fram í sambandi við dystin, búgva eingir moldovar í Føroyum.
Handilssambandið millum londini er eisini lítið. Í fjør innfluttu Føroyar vørur úr Moldova fyri umleið 350.000 krónur. Talan var serliga um ymisk klæði, glasfløskur og valnøtir.
Hinvegin útfluttu Føroyar ongar vørur til Moldova í fjør. Í 2024 var støðan tó øðrvísi, tí tá útfluttu Føroyar frystan makrel og frysta sild til Moldova fyri tilsamans 2,4 milliónir krónur.
Hóast handilssambandið er avmarkað, hava londini nú eitt felags mál á skránni – fótbóltin.
Í sambandi við dystin eru eisini útvald hagtøl um Føroyar og Moldova løgd fram, har til ber at samanbera viðurskiftini í báðum londunum.
Nú verður tað tó á fótbóltsvøllinum, at londini skulu gera av, hvør stendur sterkast.