Ongi úrslit

Føroyar og Suðurkorea nærkast: Fríhandil og tollfrælsi ovast á breddanum

Eyðdis Hartmann Niclasen hitti suðurkoreanska sendiharran eftir føroysku ferðina til Suðurkorea í juni. Nú verður arbeitt víðari við samstarvinum.

© Heilsu- og orkumálaráðið.
Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, hitti hósdagin suðurkoreanska sendiharran í Keypmannahavn, Dong Yeol Rhee.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, hitti hósdagin suðurkoreanska sendiharran í Keypmannahavn, Dong Yeol Rhee, sum hevur vitja í Føroyum.

Fundurin varð hildin í kjalarvørrinum á ferðini hjá einari føroyskari sendinevnd til Suðurkorea í juni. Har vórðu møguleikarnir fyri samstarvi innan heilsu, orku, fiskivinnu, havgransking, skipasmíð, snildhavnir, útbúgving og ferðavinnu kannaðir.

Sambært landsstýrinum hevur ferðin styrkt samskiftið við suðurkoreanskar myndugleikar og vinnulív.

Tollur darvar útflutninginum

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, hitti eisini sendiharran.

Serligur dentur varð lagdur á føroyska ynskið um fríhandil. Fleiri av kappingarneytunum hjá Føroyum hava tollfrælsi á suðurkoreanska marknaðinum, meðan føroyskar fiskavørur ikki hava somu sømdir.

Partarnir vóru samdir um, at neyðugt er at lætta um føroyska fiskaútflutningin. Arbeiðið heldur nú fram.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

17 tímar síðan

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00