Týsmorgunin 24. november verður ein nýggj heildarætlan fyri vitlíki løgd fram. Gjaldstovan handar Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ætlanina, sum fevnir um 14 ítøkilig átøk.
Endamálið er at seta kósina fyri, hvussu vitlíki kann gagnnýtast í føroyska samfelagnum.
Millum spurningarnar, sum verða umrøddir, eru, hvussu vitlíki kann stuðla undir haldførið í føroyska búskapinum, hvussu chatbottar kunnu skilja og skriva føroyskt, og hvørjar førleikar føroyingar fara at hava tørv á.
Serfrøðingar umrøða møguleikar og avbjóðingar
Martin Zachariasen, Niels Winther, Iben Nyholm Debes, Hans Kári Vang og Anne Mette Greve Klemensen fara at umrøða, hvar vitlíki kann gera størstan mun, hvørja r avbjóðingar fylgja við, og hvørji fyrilit eiga at verða tikin.
Tiltakið verður í Kongshøll týsdagin klokkan 9–11 og kann síggjast beinleiðis á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni.