Starvið sum sorinskrivari við Føroya Rætt er leyst at søkja, og nýggjur sorinskrivari skal setast í starv frá 1. januar 2027.
Freistin at søkja er 30. Juli 2026.
Sorinskrivarin hevur eina týðandi uppgávu í føroysku rættarskipanini. Viðkomandi er bæði dómari og ovasti fyrisitingarligi leiðari fyri Føroya Rætt.
Tað merkir, at sorinskrivarin hevur ábyrgd av, at rætturin verður rikin væl, skipaður og við høgum fakligum støði.
Ein av høvuðsuppgávunum er at tryggja, at rætturin er lógarkønur og verður rikin á fakligan rættan hátt, og at borgarar og myndugleikar fáa eina rættvísa og javnbjóðis viðferð eftir galdandi lógum og reglum.
Rætturin skal virka óheftur, og lógin skal galda eins fyri øll.
Sorinskrivarin arbeiðir eisini við leiðslu og fyrisiting av rættinum, millum annað at skipa arbeiðið, hava ábyrgd av starvsfólkum og tryggja eina skilagóða og effektiva rættargongd.
Fyri at fáa starvið krevst ein løgfrøðilig kandidatútbúgving og drúgvar royndir innan løgfrøði og rættararbeiði.
Harumframt verður dentur lagdur á leiðsluevni, integritet, óheftni og førleikan at taka ábyrgdarmiklar avgerðir.
Starvið sum sorinskrivari er eitt av teimum týdningarmestu løgfrøðiligu leiðslustørvunum í Føroyum og hevur ein týðandi leiklut í at varðveita álitið á rættarskipanini.
Núverandi sorinskrivari, Henrik Møller, hevur røkt starvið síðani 2004.