Ongi úrslit

Føroyar skifta málverja

Mattias H. Lamhauge fer í kvøld fyri 10. ferð at verja føroyska málið, tá ið Føroyar fara at spæla HM undankappingardyst í Montenegro

Jonhard Hammer
25. mars 2025 kl. 18:36

Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl í Montenegro, har Føroyar fer at spæla fótbóltslandsdyst.

Sammett við leygarkvøldið, tá ið Føroyar taptu 2-1 í Kekkia, er føroyska liðið broytt í fýra plássum.

Nýggir millum teir fyrstu ellivu eru Mattias H. Lamhauge, Jóannes K. Danielsen, René Shaki Joensen og Petur Knudsen. Teir avloysa Bárð á Reynatrøð, Jann J. Benjaminsen, Hall Hansson og Árna Frederiksberg.

Føroyska liðið er soleiðis mannað í kvøld: Mattias Heðinsson Lamhauge – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Hanus Sørensen, René Shaki Joensen, Brandur Hendriksson Olsen, Meinhard Egilsson Olsen – Petur Knudsen.

Hetta er 10. ferðin, at Mattias H. Lamhauge verjir føroyska málið. Mattias hevur leingi verið skaddur, og hann hevur ikki vart málið á landsliðnum í eitt ár. Tað gjørdi hann síðst, tá ið Føroyar 26. mars í fjør taptu 2-0 í vinadysti ímóti Danmark í Brøndby.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

1. oktober kl. 09:09

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37