Ongi úrslit

Føroyar skulu vera eitt undangonguland, ið vísir, hvussu ein smátjóð við ábyrgd kann gagnnýta vitlíki

Heildarætlanin, sum í dag varð handað Akseli V. Johannesen landsstýrismanni í fíggjarmálum, fevnir um 14 átøk, sum eru skipað í tríggjar súlur

fmr.fo
1 tími síðan

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur í dag fingið handað heildarætlanina fyri vitlíki í Føroyum fyri árini 2027–2030. Ætlanin setur felags kós fyri, hvussu Føroyar við ábyrgd kunnu gagnnýta vitlíki til at styrkja fólkið, málið og búskapin.

Handanin fór fram á almennum tiltaki í Kongshøll í Havn, har Nicolai Mohr Balle, deildarstjóri í Talgildu Føroyum á Gjaldstovuni, handaði landsstýrismanninum heildarætlanina.

Á tiltakinum vóru eisini framløgur frá Martin Zachariasen, Iben Nyholm Debes, Hans Kára Vang, Anne Mette Greve Klemensen og Niels Winther, sum úr ymiskum sjónarhornum lýstu møguleikarnar og avbjóðingarnar við vitlíki í føroyska samfelagnum.

Heildarætlanin fevnir um 14 átøk, sum eru skipað í tríggjar súlur: fólkið, málið og búskapin, ið byggja á ein felags grundvøll. Visjónin er, at Føroyar skulu vera eitt undangonguland, ið vísir, hvussu ein smátjóð við ábyrgd kann gagnnýta vitlíki.

Heildarætlanin er tøk á nýggju heimasíðuni vitliki.fo. Har ber eisini til at brúka vitlíki til at leita í tilfarinum frá arbeiðisbólkinum í heildarætlanini.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Video: Ógvusligur eldur á Skála Skipasmiðju

18. november kl. 19:12

Eldur á Skála: Øll tilbúgvingin send á skipasmiðjuna

18. november kl. 18:10

Høvdu úr at gera við at skifta perur í Suðuroy

20. november kl. 07:45

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

Í gjár kl. 08:14