Føroyar vísa, at smá og fjarskotin arktisk samfeløg ikki nýtast at vera avmarkað av fjarstøðu. Tað heldur Alexandra Middleton, Fulbright-granskari á Belfer Center við Harvard og professari við universitetið í Oulu.
Hon luttók á UArctic-ráðstevnuni í Føroyum í mai og sigur seg vera hugtikna av føroysku menningini.
Serliga undirsjóvartunlar, nútímans almennir hentleikar, býarvøkstur og nýggj tøkni vaktu ans.
Stórar ætlanir í einum lítlum samfelagi
Sambært Middleton hava Føroyar við íløgum og greiðum framtíðarætlanum styrkt bæði samband og lívsdygd.
Hon heldur, at onnur arktisk samfeløg kunnu læra nógv av føroysku royndunum. Loysnirnar skulu tó ikki avritast, men lagast til umstøðurnar á hvørjum staði.
Ráðstevna í Høllini við Tjarnir
UArctic-ráðstevnan varð hildin í Høllini við Tjarnir í Tórshavn frá 26. til 29. mai. Fróðskaparsetur Føroya skipaði fyri saman við Uttanríkis- og mentamálaráðnum og Havstovuni.
Les greinina, sum Alexandra Middleton hevur skriva um Føroyar í miðlinum Arctic Today.