Ongi úrslit

Føroyar vunnu í Georgia

Innskifta Tóra Mohr skoraði 3-2 sigursmálið í síðsta minutti, tá ið Føroyar í dag vunnu EM undankappingardyst í Georgia

Jóannes Hansen
Í gjár kl. 17:49

Aftur í dag koppaði tað Føroyum til fyrimunar, tá ið Georgia var mótstøðuliðið í EM undankappingardysti. 18. apríl skoraðu Føroyar 1-0 sigursmálið í síðsta minutti, tá ið Georgia var í Føroyum, og í dag endaði tað við 3-2 føroyskum sigri á David Petriashvili stadion í Tbilisi í Georgia.

17 minuttir undan leikloki varð Tóra Mohr ein av trimum spælarum, sum í nógva hitanum vórðu skiftar inn, og tað var hon, sum skoraði 3-2 sigursmálið í 90. minutti. Tað var eftir sending frá Eydnu Dalheim, sum eisini varð innskift í 73. minutti.

Kypriotiski dómarin legði seks minuttir aftrat vanligu leiktíðini, og tað eydnaðist føroyska liðnum at halda tørn og vinna 3-2.

Sigurin ber við sær, at Føroyar hava seks stig, nú føroyski leikluturin í hesum bólkaspælinum er liðugur. Týskvøldið verður greitt, um Føroyar vera millum teir tveyararnar, sum fara at halda fram í kappingini og spæla røkk ella støkk dyst.

Georgia var á sigurskós, inntil tað restaðu tríggir minuttir. Tá varð bríkslað fyri brotssparki til Føroyar, sum Tórunn Højgaard Joensen, ið varð kosin at vera dagsins spælari, umsetti til 2-2.

Tá ið eitt korter var farið, legði heimaliðið seg á odda við brotssparki. Í síðsta minutti undan steðginum javnaðu Føroyar. Málskjútti var Brá Zakariasardóttir, sum fimm minuttir frammanundan hevði avloyst Sólju Ernstsdóttir, ið noyddist skødd av vøllinum.

Átta minuttir eftir steðgin legði Georgia seg framum 2-1, og so var tað fram ímóti dystarenda, at Føroyar bæði javnaðu til 2-2 og skoraðu 3-2 sigursmálið.

-Okkara spælarar vóru framúr óførar í øllum hitanum. Tær stríddu og spældu væl. Tað kundi farið báðar vegir, men tað var einki forgjørt í tí, at tað koppaði okkum til fyrimunar, sigur føroyski venjarin Pætur Clementsen úr Tbilisi í Georgia.

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Løtumyndir - Color Run í Vági

2. juni kl. 18:40

Løtumyndir - Mentanarnáttin á Tvøroyri

31. mai kl. 17:02

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

Í gjár kl. 11:00

Nú er nýggja stjórnin í Danmark skipað

1. juni kl. 21:06

Sær gott út, men ilt at meta um hvussu summarið endar

31. mai kl. 18:00