Føroyar endaðu á triðja plássi í Baltic Cup. Tað er greitt, eftir at Føroyar nú í kvøld vunnu 1-0 ímóti Lettlandi, sum átti heimavøll. Hetta var níggjunda ferðin, at Føroyar og Lettland hittust í fótbóltslandsdysti, og hetta var onnur ferðin, at Føroyar vunnu. Fyrri sigurin var fyri næstan 10 árim síðani. 7. oktober í 2016 vunnu Føroyar HM undankappingardyst í Riga 2-1. Lettland hevur vunnið tvær ferðir, og allir hinir fimm dystirnir eru endaðir við javnleiki.
Tað vóru tríggir av innskiftarunum, sum áttu uppspælið, tá ið Hanus Sørensen tíggju minuttur undan leikloki skoraði sigursmálið. Saman við honum vóru í uppspælinum Jóannes Bjartalíð og Petur Knudsen. Tað endaði við, at Hanus Sørensen eitt vet til vinstru í brotsteiginum var einsamallur við málverjanum, sum tað eydnaðist at fáa bóltin framvið.
Hetta var fimta ferðin, at Hanus Sørensen var málskjútti á landsliðnum, sum hann í dag umboðaði fyri 28. ferð. Í fjør skoraði Hanus Sørensen trý mál í HM undankappingini – tvey vóru í 4-0 heimasigrinum ímóti Montenegro og eitt var í 2-1 sigrinum á heimavølli ímóti Kekkia, og í 2024 skoraði hann í Nations League á heimavølli ímóti Lettlandi. Tá var úrslitið 1-1.
Leikliga avrikið var frægari, enn tað var í 1-0 tapinum ímóti Estlandi. Hóast fleiri broytingar frá dystinum ímóti Estlandi, so var verjuspælið so mikið gott, at mótstøðuliðið so at siga ikki spældi seg til støður og møguleikar.
Í álopsspælinum gekk tað meiri striltið, men tað eydnaðist føroyingunum at spæla seg til fleiri góðar málmøguleikar. Eitt nú hevði miðvallarin Jákup B. Andreasen ein góðan møguleika í fyrra hálvleiki og ein í seinna hálvleiki, og so var Jann J. Benjaminsen, sum í dag var vongverji í høgru, í góðari støðu, tá ið hann royndi seg, men tíverri streyk bólturin skeivu megin handara stólpan.
Fram ímóti dystarenda vunnu Føroyar fríspark í góðari støðu eitt vet til høgru og dygst uttanfyri brotsteigin. Petur Knudsen lyfti bóltin uppum verjugarðin, og bólturin brast í nærra stólpan.
Føroyar vóru eisini við í Baltic Cup fyri tveimum árum síðani, og sigurin í kvøld var tann fyrsti í hesi kappingini.
Fimm minuttir undan leikloki varð Ari Olsen skiftur inn á vongverjan í høgru. Hetta var fyrsta ferðin, at fyrrverandi Skála og Víkinga spælarin, sum nú umboðar Vendsyssel í næstbestu donsku deildini, var á landsliðnum.
Næsta avbjóðingin hjá landsliðnum verður í heyst, tá ið Nations League verður á skrá.
Lettland – Føroyar 0-1 (0-0)
Baltic Cup
0-1: Hanus Sørensen 81.
Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Jann J. Benjaminsen (Ari Olsen, 85.), Samuel Johansen Chukwudi (Arnbjørn Svensson, 46.),, Gunnar Vatnhamar, Gullbrandur Øregaard (Viljormur Davidsen, 85.), Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg (Noah Mnenéy, 73.), Géza Dávid Turi, Jákup B. Andreasen (Jóannes Bjartalíð, 62.), Áki D. Samuelsen, Hanus Sørensen, 62.) – Adrian Justinussen (Petur Knudsen, 73.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldstovu Petersen, Silas Eyðsteinsson, Jóannes Kalsø Danielsen, Brandur Hendriksson Olsen, Páll A. Klettskarð
Gult kort: Hanus Sørensen
Venjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Atli Gregersen