Føroyska fyritøkan Primo hevur seinastu vikurnar sett upp og royndarkoyrt flakamaskinur í Skotlandi, Írlandi og Føroyum. Tað skrivar Rógvi Róin frá Primo.fo á LinkedIn.
Í Fraserburgh í Skotlandi varð ein Primo F-flakamaskina sett upp sum partur av einari heilari framleiðslulinju. Nú verður ein onnur maskina sett upp í Írlandi. Samstundis hevur Primo arbeitt við uppsetingum og royndum í Føroyum.
Rávøran og framleiðsluviðurskiftini eru ymisk, men avbjóðingarnar eru ofta tær somu: at tryggja støðugan rakstur, varðveita úrtøkuna og gera rakstur og viðlíkahald so einfalt sum gjørligt.
Alitoskur verður royndur
Primo fer komandi vikurnar at greiða nærri frá nýggjum uppsetingum og royndum. Millum annað verður alitoskur royndur, og úrslit frá avhøvding og flaking verða samanborin.
Fyritøkan leggur dent á, at samstarvið við starvsfólkini á fiskavirkjunum gevur virðismikla vitan.