Føroyska lærubókin Dropar 9 til 9. flokk er komin á úrvalslistan til BELMA 2026. Dómsnevndin hevur mett bókina at vera millum bestu skúlabøkur í Evropa. Vinnararnir verða kosnir á bókamessuni í Frankfurt í oktober.
Triðja bókin í røðini
Dropar 9 er triðja og seinasta bókin í nýggju bókarøðini í føroyskum til 7.–9. flokk. Annelisa Rasmussen og Lív I. Magnussen hava skrivað allar tríggjar bøkurnar. Dropar 7 vann gull í 2024, og Dropar 8 vann silvur í 2025. Nám hevur tilsamans vunnið BELMA-virðislønina fimm ferðir síðan 2020.
Stór viðurkenning
Eyðun Gaard, stjóri í Námi, sigur, at tað í sjálvum sær er ein stór viðurkenning at koma á úrvalslistan. Heiðurin fevnir um øll tey, sum hava verið við í arbeiðinum við bókini.
Í BELMA-dómsnevndini sita altjóða serfrøðingar í útbúgving, frálærufrøði og lærumiðlum.