Ongi úrslit

Føroysk vinna sær møguleikar í Grønlandi

Vinnulívsfólk greiddu frá sínum royndum og umrøddu møguleikarnar hjá føroyskum fyritøkum á grønlendska marknaðinum

industry.fo/Føroya Arbeiðsgevarafelag
6 tímar síðan

Eftir aðalfundin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag mánadagin 15. juni varð skipað fyri tiltaki um vinnuligar møguleikar í Grønlandi.

Tiltakið varð skipað sum samrøður við Jørgin Jacobsen, stjóra í Sandship, Turið F. Arge, forstjóra í Føroya Banka, og Kristian Stórhamar, eigara og verkætlanarleiðara hjá KSMS ApS.

 Tey greiddu frá sínum royndum við Grønlandi, hvussu tey meta møguleikarnar á grønlendska marknaðinum, og hvørjar niðurstøður tey tóku við sær frá ráðstevnuni Future Greenland, sum varð hildin í Nuuk síðst í mai.

Áhugin hjá føroyskum fyritøkum fyri Grønlandi er stórur. Vinnuhúsið skipar 29. september til 2. oktober fyri handilsferð til Grønlands, og higartil hava 100 fólk úr meira enn 50 føroyskum fyritøkum meldað seg til.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

Í gjár kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

Í gjár kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Bilur koyrt útav í Kollafirði

13. juni kl. 00:02