Jógvan Fríðriksson, biskupur, tók ímóti landsliðnum og bjóðaði spælarunum vælkomnum. Ovi Brim, próstur, helt síðani eina stutta framløgu, har hann millum annað legði dent á týdningin, sum føroysku landsliðsspælararnir hava sum fyrimyndir fyri børn og ung í Føroyum.
Í framløguni tók prósturin eisini orðini hjá Jóhannesi Páli páva II fram:
– Av øllum týdningarleysum tingum er fótbóltur tó hitt týdningarmesta.
Vitjanin fór fram sama dag, sum landsliðið skal á vøllin, og sambært Biskupsgarði merktist væl á spælarunum, at teir vóru spentir til dystin seinni í dag.
Við góðum veðri og einum týdningarmiklum dysti fyri framman er lagt upp til ein spennandi fótbóltsdag.
Á Biskupsgarði nýttu tey høvið at ynskja føroyska landsliðnum góða eydnu og øllum ein góðan dyst.