Ongi úrslit

Føroyskar barnakonur: Kann ultraljóðskanning verða boðin fyrr?

Barnakonur í Føroyum fáa í dag ultraljóðskanning í viku 18–22. Nú verður landsstýriskvinnan spurd, um skanning kann bjóðast longu í viku 12.

Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna, vil hava at vita, um arbeitt verður við at geva føroyskum barnakonum tilboð um ultraljóðskanning longu í viku 12. Spurningurin er settur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum.

Væntaður føðingardagur verður ásettur seint

Í Føroyum sleppa barnakonur í dag til ultraljóðskanning í viku 18 til 22. Sambært fyrispurninginum merkir hetta eisini, at væntaði føðingardagurin ikki verður ásettur fyrr enn tá.

Hervør Pálsdóttir vísir á, at hetta kann elva til størri óvissu, enn um føðingardagurin varð ásettur fyrr í viðgongutíðini.

Vil vita, um broyting er á veg

Løgtingskvinnan spyr eisini, um landsstýriskvinnan ætlar at seta arbeiði í gongd við at bjóða ultraljóðskanning í viku 12, um eingin slík ætlan longu er.

Fyrispurningurin varð settur á Løgtingi 16. september 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

Í gjár kl. 13:11

Fýra mans fingu bót - ein fyri at rætta løgregluni longutong

13. sepember kl. 09:12