Ongi úrslit

Føroyskir bátar verða tiknir fram um bátar út plasti

Myndin er frá Umhvørvisstovuni
Áki Bertholdsen
24. mars kl. 13:45

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at broyta treytirnar fyri at hava bát á bátaplássinum í Álakeri.

Tað eru so nógvir bátar í Álakeri, at tað er vorðið alt ov trongt á bátaplássinum. Og tað er so long bíðitíð at fáa bátin upp, at bátseigarar hava bíðað í upp til tríggjar mánaðir at fáa pláss.

Tað halda býráðslimir er alt ov leingi. Men støðan er eisini tann, at fleiri av bátunum, sum standa á plássinum, eru liðugt umvældir, men eigararnir  tíma ikki at draga teir aftur á sjógv fyrr enn veðrið verður betri.

Tí verða treytirnar nú broyttar soleiðis, at frá 1. desembur til 30. mars, verða tað bara føroyskir bátar úr timburi, og aðrir bátar út timburi, sum sleppa at standa ókeypis á plássinum.

Býráðið sigur, at tá ið bátseigarar fingu tilboð um, at lata bátin standa ókeypis á økinum frá 1.desembur til 30. mars, varð serliga hugsað um føroyskar bátar, sum kanska skuldu skifta seym, borð, og annað, tí tað kann taka sína tíð.

Hinvegin krevja bátar út plasti ikki so nógv viðlíkahald.

Sostatt hevur býráðið samtykt, at frá 1. desembur til 30. mars, verða tað nú bara føroyskir bátar úr timburi, og aðrir bátar út timburi, sum sleppa at standa ókeypis á plássinum.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14