Ongi úrslit

Føroyskir firðir broytast: Nú skulu fólk hjálpa granskarum

Føroysk granskingarverkætlan savnar nú lokala vitan um, hvussu firðir, sund, víkir og vágar eru broytt seinastu 100 árini.

© Lachlan Gowen / Unsplash
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

EcoFar leitar nú eftir fólki kring landið, sum hava lagt broytingar til merkis í føroyskum firðum, sundum, víkum ella vágum. Endamálið er at savna lokala vistvitan, tí vitanin um, hvussu firðirnir vóru fyrr, er avmarkað.

Spurnablaðið tekur umleið 10–20 minuttir at svara. Fólk verða biðin um at taka støði í einum ávísum staði, har tey eru uppvaksin, búgva, hava arbeitt ella hava serligt tilknýti. Hevur onkur vitan um fleiri firðir, ber til at svara kanningini fleiri ferðir.

Skal styrkja framtíðar umsiting

EcoFar er ein tvørvísindalig verkætlan við stuðli frá Granskingarráðnum. Umhvørvisstovan, Fróðskaparsetur Føroya, Havstovan, Firum og Tjóðsavnið samstarva um verkætlanina.

Seinni verða eisini samrøður gjørdar við fólk, sum hava serliga vitan um føroyskar firðir og broytingarnar í teimum. Vitanin skal geva eina betri fatan av broytingunum og kann brúkast í framtíðar yvirvøku og umsiting av føroyskum firðum.

Til ber at svara kanningini her.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Áheitan um innsavning til Nóa

5 tímar síðan

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32