Føroyskir firðir eru stuttir, grunnir og tætt knýttir at opnum havi. Tað er ein høvuðsniðurstøða í nýggjari vísindagrein um føroyskar firðir og sund.
Greinin vísir, at firðirnir í Føroyum hava onnur havfrøðilig og lívfrøðilig eyðkenni enn fleiri størri og meira avbyrgdir firðir í grannalondunum.
Spjadd vitan savnað
Endamálið við greinini er at savna vitan, sum higartil hevur verið spjadd í vísindaligum greinum og frágreiðingum.
Greinin er býtt í tveir partar. Fyrri parturin tekur saman um havfrøðilig og lívfrøðilig viðurskifti í firðunum. Seinni parturin savnar eitt yvirlit yvir skrivligt tilfar um føroyskar firðir og sund. Yvirlitið er eisini tøkt sum BibTeX-fíla.
Partur av FjordProcess
Arbeiðið er partur av verkætlanini FjordProcess, sum er eitt samstarv millum Havstovuna, Firum og Aarhus Universitet. Verkætlanin er fíggjað av MARiNAO.
Gunnvør á Norði, granskari á Firum, er høvuðsrithøvundur. Viðhøvundar eru Sissal Vágsheyg Erenbjerg og Erna Lava Olsen frá Firum og Sólvá Jacobsen, Hjálmar Hátún og Eydna í Homrum frá Havstovuni.