Ongi úrslit

Føroyskir pensónistar verða alsamt raskari at arbeiða

Myndin er frá Búskaparráðnum
Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Tað eru alsamt fleiri fólk sum halda fram at arbeiða eftir at tey hava rokkið pensjónsaldur. Tað vísir ein uppgerð hjá Búskaparráðnum.

Hóast pensjónsaldurin hevur verið tann sami fram til 2024, er talið á pensjónistum á arbeiðsmarknaðinum hækkað støðugt.

Í 2010 vóru, í miðal, 34 prosent av teimum 67-71 ára gomlu á arbeiðsmarknaðinum, men í fjør var tað 45 prosent í miðal.

Myndin oman fyri vísir hvussu nógv prosent av teimum í 67 - 71 ára aldri, hava verið  á arbeiðsmarknaðinum í prosent av fólkatalinum.

Myndin vísir sum heild, at alsamt størri prosentpartur av fólkinum halda fram at arbeiða, hóast tey hava rokkið pensjónsaldur.

Til dømis arbeiddu undir 40 prosent av teimum 68 ára gomlu í 2010, men í fjør arbeiddu yvir 50 prosent av teimum 68 ára gomlu - tað er tann grøna strikan.

Myndin vísir eisini, at góð 30 proent av teimum 71 ára gomlu abeiddu framvegis og støðan er eisini tann, aumleið 6 prosent av teimum 80 ára gomlu vóru framvegis á arbeiðsmarknaðinum

Tann reyða strikan vísir tey 67 ára gomlu. Í fjør vóru umleið helvtin av teimum 67 ára gomlu framvegis ikki pensjónistar av tí at pensjónsaldurin hækkaði upp í 67,5 ár, og tí er tað natúrligt, at nógv av teimum 67 ára gomlu arbeiða.

Myndin bendir sostatt á, at fólk halda longri á á arbeiðsmarknaðinum í dag, enn fyri 15 árum síðani uttan mun til, hvat pensjónsaldurin er, tí pensjónsaldurin er ikki øktur í øllum tíðarskeiðinum, uttan í 2024, tá ið hann hækkaði eitt hálvt ár.

Búskaparráði sigur, at tað kunnu vera ymiskar orsøkir til, at fólk halda fram á arbeiðsmarknaðinum, hóast tey hava rokkið pensjónsaldur.

Tað kunnu eitt nú vera politiskar broytingar, so sum broytingar í mótrokningini av fólkapensjónini og møguleikin fyri at útseta pensjónina. Tað kunnu eisini vera rætt og slætt tí at tað er stórt trot á arbeiðsmegi.

 Myndin omanfyri visir starvsfólkatalið í aldrunum 67  71 ár. Tal á starvsfólki er tal á fólki, ið hevur fingið løn í november í teimum ymsu árunum.

Tølini eru eitt sindur lægri enn vinnutíttleikin, tí í vinnutíttleikanum er eisini sjálvboðið arbeiði.

Av kvinnunum, sum eru omanfyri 67 ár, starvast nógvar í heilsu- og almannaverkinum, og í almennari umsiting.

Sama mynstur er ikki galdandi fyri menninar; teir eru meira javnt býttir á vinnugreinarnar, har almenn umsiting og fiskiveiða eiga munin. Serliga eru menninir fleiri í tali í vinnugreinunum fiskiveiða, framleiðsluvinna, flutnings- og goymsluvinna, og byggivinna. 

 

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

24. oktober kl. 13:30