Føroyska flogbóltslandsliðið við kvinnum, sum um vikuskiftið er í Andorra og kappast um SCA-meistaraheitið. legði legði bragdliga fyri í sínum fyrsta dysti við 3-0 sigri á Írlandi.
Írland fylgdi við til 6-6 í fyrsta setti, tá tað fór at dragna og Føroyar gjørdu eitt skarvslop upp á 19-11, áðrenn settið varð vunnið 25-16.
Írland var nógv stinnari í øðrum setti, og minkaði um munin til 16-18, tá Føroyar tóku leikbrá, sum hjálpti, og síðan drógu Føroyar frá og vunnu 25-18.
Leyst og liðugt tóktist vera, tá Føroyar løgdu seg á odda 12-6 í triðja setti, men tað skuldi kortini vísa seg at gerast nógv stravnari hjá Føroyum at vinna, tí Írland kom afturíaftur og minkaði um munin til 15-16 og síðani 22-23 og 23-24. Tá tóku Føroyar leikbrá. Komnar á vøllin aftur, servar Írland. Jacobina Joensen tekur ímóti, Janna Falkvard hevar út á vinstra kant, har Sesilia Prior hamrar bóltin í írska gólvið til 25-23 til Føroyar.
Føroyar spæla aftur kl. 17 í dag, og tá verður mótstøðuliðið Andorra, sum í gjár tapti 0-3 (20-25, 13-25, 11-25) fyri Írlandi. Vinna Føroyar dystin, eru Føroyar í hálvfinaluni.
Stroyming frá dystunum sæst á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum á www.fbf.fo