Fríggjadagin 26. juni vardi Teitur Hansen ph.d.-ritgerð sína á DTU Physics. Ritgerðin eitur Uncertainty Quantifications for Atomistic Simulations og er sett saman av trimum vísindaligum greinum og einum samandrátti.
Kann fáa týdning fyri grøna orkuskiftið
Granskingin snýr seg um at menna ein nýggjan hátt at meta um óvissu í teldusimuleringum í tilfarsvísindum (material science).
Tilfarsvísindi verða brúkt til at finna og menna nýtt tilfar, millum annað til hálvleiðarar, katalysu og grøna orkuskiftið.
Nýggi hátturin skal geva meira álítandi óvissumetingar. Tað kann gera forsagnir um nýtt tilfar tryggari og meira nýtiligar.
Nevndin rósti arbeiðinum
Sambært metingarnevndini gevur arbeiðið hjá Teiti Hansen eitt grundarlag fyri at rokna út, hvussu álítandi elektronbygnaðarrokningar eru. Nevndin metti arbeiðið vera sera dygt og á høgum stigi. Hon væntaði, at úrslitini kunnu fáa stóran týdning frameftir.
Karsten W. Jacobsen, professari, var høvuðsvegleiðari, og Thomas Bligaard, professari, var hjávegleiðari.