Ongi úrslit

Føroyskur kandidatur til norðurlendska virðisløn: Rótin í Klaksvík er millum tey 53 útvaldu

Rótin er millum uppskotini til umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2026, sum í ár snýr seg um børn, ung, umhvørvi og veðurlag.

© Rótin.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Í ár er dentur lagdur á átøk, sum læra børn og ung um umhvørvis- og veðurlagsspurningar. Sambært Norðurlandaráðnum eru 69 uppskot komin inn, býtt á 53 átøk og kandidatar úr øllum Norðurlondum.

Avgerðin fellur í morgin

Tað verður kunngjørt 24. juni á Suomi Arena í Finnlandi, hvør sleppur víðari til endaligu tilnevningina.

Vinnarin fær príssteypið Nordlys á einum hátíðarhaldi undir Norðurlandaráðsfundinum í Helsinki í oktober 2026. Prísupphæddin er 300.000 krónur.

Uppskotini fevna millum annað um lokal átøk, undirvísingarverkætlanir, fyritøkur, felagsskapir og einstaklingar.

Norðurlandaráðið sigur, at tilgongdin er opin fyri øllum og skal tryggja eina almenna og demokratiska tilgongd. Umhvørvisprísurin varð latin fyrstu ferð í 1995.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Áheitan um innsavning til Nóa

5 tímar síðan

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32