Ongi úrslit

Føroyskur matur fær altjóða viðurkenning

Ræst á 50 Best Discovery

Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Føroyska matstovan Ræst í Havn hevur fingið eina nýggja altjóða viðurkenning. Matguide’in The World’s 50 Best hevur valt Ræst út til sítt 50 Best Discovery-úrval, sum savnar matstovur kring heimin, ið serfrøðingar meta hava nakað heilt serligt at bjóða.

Við Sebastian Jiménez sum høvuðskokki og Karini Visth sum høvuðssommelier, hevur Ræst seinastu tíðina styrkt sína støðu sum ein av áhugaverdu matupplivingunum í Norðuratlantshavi.

Matstovan arbeiðir við føroyskum rávørum og gomlum matmentanum, serliga fermentering, men við einum nútímans og nýskapandi úttrykki.

Í altjóða matheiminum finnast fleiri kendar viðurkenningar. Michelin Guide verður ofta mett sum ein av teimum mest siðbundnu og tignarligu, men The World’s 50 Best hevur eisini fingið stóra ávirkan, og er vorðin ein týðandi leistur at varpa ljós á framúrskarandi matstovur kring heimin.

Sjálvur topp-50 listin hjá The World’s 50 Best Restaurants er sera avmarkaður og torførur at sleppa á. Listin er seinni víðkaður til 100 matstovur, men kappingin um plássini er framvegis hørð.

Hetta er ikki ein kapping við einari beinleiðis raðfesting, men heldur eitt altjóða úrval av støðum, sum verða mett at vera verd at uppliva.

At verða tikin við í hetta úrvalið gevur tí Ræst eina sterka altjóða sjónligheit.

Ræst vísir, hvussu siðbundin føroysk matgerð og náttúrunnar egnu rávøru,r kunnu fáa pláss á eini altjóða gastronomiskari pall.

Nýggja viðurkenningin er enn eitt prógv um, at føroyskur matur hevur fingið eina støðu í altjóða matheiminum.

Mest lisið hesa vikuna

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

11. juli kl. 08:08

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

13. juli kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

10. juli kl. 15:30

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

10. juli kl. 10:00

Hava vit sum ikki eru kristin loyvi at vera her um nøkur ár?

12. juli kl. 07:56