Ongi úrslit

Fóru í hagan at leita eftir manni - men tað varð skjótt avblást

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna úr Húsavík tí tey vóru bangin um ein mann, sum var farin í hagan. Tey hildu at hann hevði verið í haganum í tveir dagar, tí bilurin bleiv við at standa parkeraður.

Talan var um ein føroying og løgreglan sigur at tey fóru fyrst heim til hansara, men har var eingin inni.

So var umfatandi leiting sett í verk, har fólk fóru at leita, eisini við hundum og dronu, tí hesa tíðina er so kalt, at tað er kann skjótt verða hættisligt at verða úti ov leingi.

Men tað varð avblást ein tíma seinni, tí tá kom maðurin gangandi oman úr haganum. Og hann hevði altso ikki verið í haganum í tveir dagar, men tann, sum boðaði frá, hevði bara ikki lagt merki til, at bilurin hevði verið vekk um náttina.

Og hann hevði heldur ikki telefon við sær, so tey fingu ikki samband við hann. Løgreglan heitir annars altíð á fólk, sum fara í hagan um at hava telefon við.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Video: Ógvusligur eldur á Skála Skipasmiðju

18. november kl. 19:12

Eldur á Skála: Øll tilbúgvingin send á skipasmiðjuna

18. november kl. 18:10

Høvdu úr at gera við at skifta perur í Suðuroy

20. november kl. 07:45

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

Í gjár kl. 08:14