Mentanarnevndin hjá Løgtinginum hevur verið á seks daga kunningarferð í Tromsø og Karasjok í Norðurnoregi.
Endamálið var at fáa størri innlit í útbúgving, mentan, miðlar og kirkjumál, sum kunnu hava týdning fyri Føroyar.
Eitt av høvuðsevnunum á ferðini var stóra menningin í Tromsø og Troms. Økið er farið frá at vera eitt siðbundið fiski- og tilfeingissamfelag til eisini at vera ein týðandi miðdepil fyri hægri útbúgving.
Frá 420 til 17.000 lesandi
Universitetið í Tromsø, UiT, hevur havt ein týðandi leiklut í hesi menning. Tá universitetið fór undir undirvísing fyri stívliga 50 árum síðani, vóru umleið 420 lesandi. Í dag hevur UiT umleið 17.000 lesandi á fleiri støðum í Norðurnoregi. Nevndin fekk eisini kunning um sámagransking og granskingarverkætlanina Polhavet 2050.
Á fundum við politisku leiðsluna í Tromsø og Troms varð eisini greitt frá teimum avbjóðingum, sum økið stendur fyri, eitt nú demografisku gongdini, bústaðarviðurskiftum og tørvinum á skikkaðari arbeiðsmegi.
Sámamál og miðlar undir sjóneykuni
Í Karasjok vitjaði nevndin Sámatingið og fekk kunning um arbeiðið at varðveita og menna sámiska málið og sámamentanina. Nevndin vitjaði eisini NRK Sápmi, har hon fekk innlit í týdningin, sum miðlatilboð á sámiskum hava fyri málið og sámasamfelagið.