Tórshavnar kommuna og Hugskotið bjóða aftur í ár til Vinnuforum.
Endamálið við Vinnuforum er at savna vinnulívið og kommununa, skapa dialog og styrkja sambandið millum partarnar. Vinnuforum skal vera eitt stað, har vinnan og kommunan kunnu møtast, fáa íblástur, deila royndir og fáa betri innlit í tær avbjóðingar og møguleikar, sum røra seg í vinnulívinum.
Samstundis er Vinnuforum ein møguleiki at lyfta góðar søgur og nýggj hugskot fram og skapa sambond tvørtur um vinnur, fyritøkur og kommunu.
Í ár verður sjóneykan sett á leiðslu, broytingar og vinnumøguleikar. Á skránni er eitt høvuðsinnlegg við Kristian Eli Andersen og seks stuttar, kveikjandi framløgur úr føroyska vinnulívinum.
Tá ið vit hugsa ov nógv
Kristian Eli Andersen hevur høvuðsinnleggið „Tá ið vit hugsa ov nógv - frá ætlanum til handling“.
Vit vilja fegin gera tað rætta, seta nógv í gongd og skapa broyting. Men hvat hendir, tá ið vit hugsa ov nógv, vilja ov nógv og seta ov nógv mál í senn?
Við støði í bókini Når ledere tænker for meget fer Kristian Eli Andersen at hugleiða um, hvussu stúran, ivi og føst tankamynstur kunnu ávirka avgerðir, samstarv, motivatión og trivnað á arbeiðsplássinum.
Hann fer eisini at seta sjóneykuna á okkara trongd til alla tíðina at seta nýggj átøk í gongd. Strategiir og ætlanir gerast ofta ov umfatandi, og nýggir leiðarar vilja fegnir seta sítt egna merki við nýggjum málum og broytingum. Men nær skapa broytingar veruliga virði - og nær missa vit fokus á tað, sum longu riggar?
Við teimum trimum A-unum - Attention, Attitude og Action - sum reyðum tráði fær áhoyrarin bæði nakað at hugsa um og ítøkilig amboð til at skapa størri fokus, betri raðfestingar og meira handling í gerandisdegnum.
Seks kveikjandi søgur úr vinnuni
Eftir høvuðsinnleggið skiftir Vinnuforum skap og ferð. Seks framløgur á átta minuttir í part geva áhoyrarunum stutt og ítøkilig innlit í ymiskar royndir, avbjóðingar og møguleikar í føroyskum vinnulívi.
Á skránni eru Eyðun Jacobsen frá Klintra og Anna Kalsø og Diana Jógvansdóttir Hansen frá Reformer Pilates, sum fara at tosa undir heitinum „Tá ið handilsskapur og visión møtast“.
Gilli N. Lorenzen frá Seafacts Solutions fer undir heitinum „Tá ið nýggj krøv gerast til nýggjar vinnumøguleikar“ at seta sjóneykuna á, hvussu broytt krøv eisini kunnu skapa grundarlag fyri nýggjum vinnumøguleikum.
Ferðavinnan er eisini á skránni. Annleyg Lamhauge og Brim Hildardóttir Hoydal frá Visit Faroe Islands fara at tosa um „Vakstrarmegina í vinnuferðavinnuni“.
Joan Sørensen frá Grønu Matveitingini fer at tosa undir heitinum „Matur sum drívmegi fyri broyting“. Grøna Matveitingin arbeiðir við mati sum amboði til burðardygga broyting. Millum annað verður arbeitt við at geva bjølgmeti ein størri leiklut á føroyska borðinum og samstundis skapa størri eftirspurning eftir føroyskum rávørum og soleiðis vera við til at styrkja lokala matframleiðslu.
At enda fer Marius Müller frá Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu á pall við upplegginum „Saman um grønu framtíðina“. Hann fer at geva innlit í tey átøkini í nýggja umhvørvispolitikkinum hjá kommununi, sum eru serliga viðkomandi fyri vinnuna.
Vinnan og kommunan hittast
Vinnuforum snýr seg tó ikki bara um tað, sum fer fram á pallinum. Ein týðandi partur av degnum er at skapa rúm fyri samrøðu og sambondum millum vinnulívið, kommununa og onnur, sum arbeiða við vinnu og menning.
Vinnuforum verður í Kongshøll fríggjadagin 2. oktober. Dyrnar lata upp klokkan 12.30, og tiltakið byrjar klokkan 13.00. Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, setir Vinnuforum, og Krista Johnsdóttir Kreutzmann verður orðstýrari.
Eftir framløgurnar tekur Heðin Mortensen, formaður í Vinnunevndini, samanum. Síðani verður høvi til ábit og netverkan við tónum frá HARALDSEN.
Vinnuforum er ókeypis, men tilmelding krevst.
Melda til Vinnuforum 2026 her: https://hugskotid.fo/events/vinnuforum-2026/