Ongi úrslit

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

Ein mynd hjá Formula fangar eitt tíðarskeiðsskifti í føroysku kt-vinnuni: Drúgvar royndir standa lið um lið við nýggjari vitan.

© Formula.
Frá royndum veteranum til nýggjar kreftir: Trý starvsfólk hjá Formula hava í ár 40, 30 og 25 ára starvsdag, meðan tveir nýútlærdir dátutøkningar eru til reiðar at bera vitanina og tøknina víðari.
Edmund Jacobsen
28. sepember kl. 11:31

Trý starvsfólk hjá Formula hava í ár 40, 30 og 25 ára starvsdag. Tey hava sostatt fylgt bæði fyritøkuni og føroysku kt-vinnuni í mong áratíggju, meðan tøknin hevur broytt seg grundleggjandi.

Fimm ár undir útbúgving

Við síðuna av teimum royndu starvsfólkunum standa tveir nýútlærdir dátutøkningar.

Teir hava verið undir útbúgving hjá Formula í fimm ár og eru nú útlærdir við sergrein í ávikavist menning og infrastrukturi.

Nýggj vitan skal bera víðari

Formula leggur dent á bæði at varðveita dugnalig starvsfólk og at geva nýggjum fólkum møguleika at læra av teimum royndu og mennast í fyritøkuni.

Sambært Formula skal samspælið millum drúgvar royndir og nýggja vitan vera við til at menna bæði fyritøkuna og talgildingina í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Tannlæknastova í hálva øld

4. oktober kl. 07:55