Ongi úrslit

Fýra bilførarar fingu klipp - og ein fekk koyriforboð

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Í gjár var løgreglan aftur á ferð og kannaði ferðsluna. Urslitið var, at fýra bilførarar fingu klipp í kyrikortið.

Ein fekk klipp og bót fyri at brúka fartelefon. Annars fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra upp ímóti 110 kilometrar um tíman, har tað var loyvt at koyra 80.

Men so varð ein bilførari eisini tikin fyri at koyra 116 kilometrar har tað er loyvt at koyra 80. Men hann hevði havt koyrikortið styttri enn trý ár, so hann fekk beinleiðis koyriforboð.

Tann fyrsta tíðin, ein hevur koyrikort, er eitt slag av royndartíð og tá skal minni til fyri at missa tað aftur.

 

Mest lisið hesa vikuna

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Danskur Alzheimer-sjúklingur fingið positiv boð

20. august kl. 21:01

Veðrið

23. august kl. 15:29