Ongi úrslit

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Løgreglan hevur nú skuldsett fyri fólk fyri innbrotið í Á handlinum á Landavegnum fyrr í vikuni. Tey eru øll leyslatin aftur, men kanningarnar halda fram. Løgreglan sigur eisini, at talan er um fólk tey kenna væl.

Løgreglan sigur, at eingin av teimum játtar seg ikki sekan og kanningararbeiðið heldur fram.

Tey brutu ein rút og sluppu inn tann vegin. Inni í handlinum brutu tey eitt pengaskáp upp og fóru avstað við pengunum. Løgreglan hevur ikki viljað sagt, hvussu nógv talan er um, uttan tað, at talan var um eina munandi uppghædd.

Í morgun sigur løgreglan, at tey hava fingið upplýst, at tað vóru einar 160.000 krónur í pengaskápinum og tað er alt stolið. Pengarnir eru ikki komnir aftur í aftur.

Løgreglan sigur, at tey hava funnið ymisk teknisk spor í Handlinum og í sambandi við kanningararbeiðið, og húsarannsóknir, hava tey eisini funnið teknisk spor á einum bústaðið í Havn.

Løgreglan fer nú at seta alt í ein samanhang, eitt nú fyri at fáa greiði á, um tey teknsku sporini samsvara við tað, skuldsettu fólkini hava greitt frá.

Mest lisið hesa vikuna

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

3 tímar síðan

Bústaðartreytirnar vóru avgerandi: Lesandi fekk ikki lestrarstuðul

22. sepember kl. 17:30