Ì gjár og í gjárkvøldið vóru- ikki færri enn tríggjar ferðir - boð eftir løgregluni eftir fólki, sum ikki dugdu sær hógv.
Tað byrjaði longu seinnapartin í gjár, tá ið ein maður á Herberginum ikki var grannhavandi og tí varð hann handtikin og tikin við á støðina fyri at skapa frið. Og tá ið hann fór avstað aftur, var tað við eini bót upp á 1.500 krónir.
Stutt fyri midnátt mátti løgreglan aftur upp í tá ið ein maður varð so ólátaður í miðbýnum í Havn, at løgreglan mátti upp í.
Men hann vildi heldur ikki gera, sum løgreglufólkini bóðu hann og tí varð hann somuleiðis tikin við á støðina. Og hann fekk eisini eina bót upp á 1.500 krónur við sær.
Og í nátt fóru fleiri ungir mans til ilnar og onkrir av teimum fóru til hendurs.
Løgreglan sigur, at tveir mans vórðu handtiknir í hesum sambandi og teir fáa hvør sína bót upp á 3.000 krónur fyri at berjast.